Nøkuri túsund fólk í Nólsoy - í sera góðum lag

Ársins ovastevna er av og bæði fyrireikarar, og løgregla, eru sera væl nøgd - her eru myndir frá ovastevnuni

Áki Bertholdsen
13. august 2023 kl. 09:19

Hetta vikuskiftið ársins ovastevna verið í Nólsoy har nøkur túsund fólk hittust til ítrótt, tónleik,sjónleik og felagssang. 

Fyrireikararnir siga, at teir eru vælnøgdir við úrslitið. Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin kl 8. Eftir ferðaætlanini skuldi hon fara seinasta túrin úr Nólsoy sunnumorgun klokkan 5.30, men tá vóru so nógv fólk eftir, at Ternan sigldi eykatúr, at fáa allar stevnugestirnar trygt um fjørðin. 

Fyrireikararnir siga, at tað var eitt sindur av trokan var á ferjuleguni út ímóti morgni, vóru fólk í góðum lag, sjálvt um tey máttu bíða eina góða løtu.  

Hóast talan eru eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás, men nólsoyingar høvdu eisini gjørt nógv burtur úr at fyrireika tiltakið væl, siga tey. 

Men skuldi okkurt hent, var øll tilbúgvingin til reiðar.

Tey siga, at veðrið var gott allan dagin og náttina við. Fólk hittust á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju. 

Eisini løgreglan letur sera væl at ovastevnuni, tí har var so friðarligt, at tað varð ongantíð neyðugt at ringja til tey í hesum sambandi.